Vestmanna Bygdarsavn

Tíðindi

Savnsdagur

Í samband við at Vestmanna Bygdarsavn verður skipað av nýggjum, bjóða vit til ein savnsdag mikudagin 17. juni frá klokkan trý. Allir lutirnir eru nú

Les meir

Hugsjón

Vestmanna Bygdarsavn hevur eina hugsjón um at savnað lutir, sum kunna um fortíðina í Vestmanna. Eisini er hugsjónin at miðla hesa vitan út í framsýningum á savninum og talgildum pallum.

Lutirnir, sum eru á savninum, eru komnir frá ymsum privatfólkum, útgrevstri og gransking, í samstarv við føroyskar savnsmyndugleikar. Hesir lutir kunnu fortelja søgur úr Vestmanna heilt aftur til víkingatíð.

Bygdarsavnið er býtt upp soleiðis, at loftið og kjallarin verða brúkt til goymslur av gripum og skjølum, meðan miðhæddin verður brúkt til framsýningar av ymsum slag.

Søgan handan savnið

Hans Petersen skrivar í einum skjali tann 24/5-1985, at byrjanin til Vestmanna Bygdarsavn var, tá Maria Olsen lat kommununi 68 gripir frá Gunnar Dahl Olsen, sýslumanni. Gripirnir vóru latnir 19. septembur 1981.

Sum tíðin er liðin, hava nógvir vestmenningar latið lutir til savnið, og í dag hevur savnið umleið 700 lutir í varðveitslu. Umframt lutirnar, er ein hópur av myndum og skjølum.

Framsýningar

Frá 16. juni til 1. septembur verður ein framsýning á Bygdarsavninum, sum skal lýsa týdningin av ull og ullaframleiðslu seinast í 1700-talinum.

Previous
Next

Samstarv við savnið

Hevur tú áhugað at virka innan savnsøkið? So skalt tú vera vælkomin at hjálpa til á savninum nakrar tímar um mánaðan.

Tað kundi verið at skrásett gamlar myndir, skriva tilfar um brúkslutirnar og ymiskt fyrifallandi.

Ofta spurdir spurningar

Bakkavegur 23, Vestmanna 350.

Býarsavnið kann ikki taka lutir inn á savnið at hava í varðveitslu fyri fólk. Ynskja fólk at lata lutir, verður ein skriftlig avtala gjørd, har Býarsavnið fær fullan ognarrætt til tað, ið verdur latið.

Ring ella send okkum ein teldupost við frágreiðing og mynd av lutinum. Ein meting verður síðani gjørd av lutinum, og her verður dentur lagdur á at kenna søguna hjá lutinum, nýtslu og upplýsingar um eigara og brúkara. Eisini verður hugt at hvørjum standi luturin er í.